Løgreglan í Finnlandi hevur handtikið tveir av manningini umborð á einum skipi, sum var orsøkin til eitt kaðalslit í Finsku víkini nýggjársdag. Ein samskiftiskaðal millum Helsingfors og Tallin í Estlandi slitnaði.
Skipið Fitburg sigldi við akkersketuni úti, tá tað varð støðgað á veg út gjøgnum Finsku víkina úr Sankta Pætursborg, og fekk boð um at sigla inn í finska havn, har myndugleikarnir løgdu hald á skipið. Fitburg er heimahoyrandi í karibiska oyggjalandinum St. Vincent og Grenadinoyggjar.
Tveir av manningini eru handtiknir og tveir aðrir hava fingið forboð fyri at fara úr landinum, skrivar finska kringvarpið, Yle. Finska løgreglan hevur yvir fyri finska kringvarpinum ikki viljað upplýst hvørjir landsmenn teir handtiknu eru, men tað er fyrr komið fram, at manningin umborð á skipinum, ið telur 14 í alt, er úr Russlandi, Georgia, Kasakstan og Aserbajan.
Sum skilst, hevur finska tollvaldið eisini staðfest, at ólógligur farmur er umborð á skipinum. Skipið sigldi við stáli, ið er umfata av handilsstongslinum, sum ES hevur sett í verk móti Russlandi, skrivar Yle.
Sambært tollvaldinum hevði manningin umborð ikki boðað finsku myndugleikunum frá, at tað hevði vørur í lastini, ið eru umfataðar av handilsstongslinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald