Innanlands

Skilja væl at stjóri og nevndarformaður søgdu upp

Starvsfólk á Føroya Tele hava í dag sent lesarabræv til miðlarnar. Hvat er endamálið við at petta tað sundur, sum riggar væl, verður spurt

(Mynd: Føroya Tele)

(Mynd: Føroya Tele)

2020-09-10 14:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í einum telduposti til starvsfólkini á Føroya Tele fríggjadagin í síðstu viku, boðaði Jan Ziskasen frá, at hann hevði lagt frá sær sum stjóri í Føroya Tele. Samstundis boðaði hann eisini frá, at nevndarformaðurin Ómar Svavarson eisini hevði lagt frá sær.

Í dag hava starvsfólk á Føroya Tele sent lesarabræv út til miðlarnar, har tey rósa Jan Ziskasen og hansara eldhuga.

- Okkara stjóri, Jan Ziskasen, er ein dugnaligur, eldhugaður og nýhugsandi stjóri. Hann hevur bygt nakað serstakt upp á ein serliga menniskjaligan hátt. Hann er líka við øll, og hevur áhuga fyri øllum starvsfólkum, verður millum annað skrivað.

- Jan Ziskasen hevur torað at hugsað stórt, soleiðis at vit ikki bert fáa viðurkenning í Føroyum, men eisini í útlandinum. Greinar verða skrivaðar í Japan og aðrastaðni um okkum. Jan hevur lært okkum, at einki er ómøguligt hjá okkum, og hevur dugað at víst á hvussu góð og dugnalig fyritøka Føroya Tele er. 

Tey skilja ikki at endamálið er at petta sundur eina skynsama og nýhugsandi fyritøku, sum kann vera við á altjóða tøkniliga leikvøllinum.

- Hvat er endamálið við at petta tað sundur, sum riggar væl? Vit skilja væl, at okkara stjóri og nevndarformaður siga frá, tá støðan er, sum hon er. Politikkur er eitt. Vit, starvsfólk á Føroya Tele, eftirlýsa tó staðiliga, at ætlanirnar við okkara fyritøku verða bygdar á greitt skynsemi, virðing og framskygni. Heldur enn at petta okkum sundur, áttu vit øll at arbeitt í felag fyri framhaldandi at náa tøkniligu tindarnar herheima og úti í heimi.

Alt lesarabrævið á lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder