Innanlands

Summarfestivalurin ávirkar ferðsluna hesa vikuna

Hesa vikuna verður ferðslan kring miðbýarøkið í Klaksvík umskipað, og býarbussurin hjá kommununi koyrir ikki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-03 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

6. til 8. august verður Summar festivalur í Klaksvík, og hetta hevur við sær broytingar í ferðsluni í miðbýarøkinum, boðar Klaksvíkar kommuna frá.

– Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna mánadagin 3. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 10. august.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki.

Meira um broytingarnar sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder