Innanlands

Skifti: Stórt mentanartiltak á Eiði verður sett 5. juni

Setanin verður hósdagin 5. juni klokkan 17 í Kollshøll við Jógvani í Skorini og Eiðis Ljómfelag. Næstu dagarnar eru nógv ymiskt á skránni - millum annað luttekur Sigrum Gunnarsdóttir við málningum

2025-05-28 12:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mentanartiltakið Skifti 2025, verður sett í Kolshøll hósdagin grundlógardag 5. juni klokkan 17 og verður til til mánadagin 9. juni.

Hetta skrivar Eiðis kommuna á 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, setur tiltakið hósdagin, og Eiðis Ljómfelag spælir.

Fríggjakvøldið 6. juni klokkan 19 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið skipar fyri. Tá verða hugleiðingar um Ungmannafelagið Glottan á Eiði og um bókasavnið á Skúlaloftinum, ið seinni var í Bláapakkhúsi.

- Í 1920-unum skrivaði Jóhan Kallsoy eina grein um føroyska dansin. Hendan greinin verður lýst við nútíðar eygum. Enda verður við at fara upp á gólv við lættari og vælkendum kvæðum.

Ein framsýning verður allar dagarnar, ið systkini Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð standa fyri, við leirlutum, málningum, collagum og ein installatión.

Sigrun Gunnarsdóttir luttekur eisini við málningum.

Opið er soleiðis:

Hósdagin 5. juni frá kl 16 til 20

Fríggjadagin 6. juni frá kl 16 til 20

Leygardagin 7. juni frá kl 16 til 20

Hvítusunnudag 8. juni frá kl 15 til 20

2. Hvítusunnudag 9. juni frá kl 16 til 20

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder