Innanlands

Skifta tekjuna á Christianskirkjuni komandi ár

Mikudagin varð sáttmáli undirskrivaður millum Christianskirkjuna og Articon

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Maria Olsen, forkvinna í kirkjuráðnum, skrivaðu undir sáttmála mikudagin (Mynd: Christianskirkjan/Facebook)

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Maria Olsen, forkvinna í kirkjuráðnum, skrivaðu undir sáttmála mikudagin (Mynd: Christianskirkjan/Facebook)

2025-11-15 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vár verður eftir ætlan fari undir arbeiðið at skifta tekjuna á Christianskirkjuni.

Sáttmáli um arbeiðið varð undirskrivaður millum Christianskirkjuna og Articon mikudagin.

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Maria Olsen, forkvinna í kirkjuráðnum, skrivaðu undir sáttmálan í kirkjukjallaranum.

Sáttmálin ljóðar uppá knappar 14,9 milliónir kr. Harumframt fevnir samlaða verkætlanin um aðrar kostnaðir til eitt nú projektering, ráðgeving, eftirlit o.a., skrivar Christianskirkjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder