Skúlablaðið: Á aðalfundi Føroya Lærarafelags fyrr í ár snúði ein partur av røðuni hjá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, Bárði á Lakjuni, seg um tær skapandi lærugreinarnar í fólkaskúlanum.
Landsstýrismaðurin segði m.a. soleiðis í røðuni:
- Eg fari at taka stig til, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd. Eg havi fingið eitt tilmæli um at menna og umskipa lærugreinina handaverk og list, og hesum fari eg at hyggja nærri at og viðgera saman við fakkønum á økinum, áðrenn eg taki støðu til, hvør skipanin verður (og hvat er møguligt fíggjarliga).”
Tað er hugaligt at staðfesta, at ljós eisini verður varpað á tær skapandi lærugreinarnar. Hesar lærugreinar hava leingi verið við sviðusoð, tí tímajáttanin til skúlarnar er so pírin. Úrslitið av tí er, at næmingar ikki sleppa at royna síni evni í hesum lærugreinum, tí skúlarnir ikki hava nokk av tímum til tað.
Hetta staðfestir Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag
- Tað er bæði spell og óheppið, tí tær handaligu og tónlistaligu lærugreinarnar hava eins og aðrar lærugreinar í fólkaskúlanum sjálvandi stóran týdning. Fólkaskúlin eigur at vera fjølbroyttur, og tær skapandi lærugreinarnar eru við til at tryggja eitt fjøltáttað undirvísingartilboð, har næmingarnir kunnu royna sítt flog upp á nógvar ymiskar mátar.
Í einum fjøltáttaðum fólkaskúla eru sannlíkindi eisini størri fyri, at næmingarnir trívast. Nógvum næmingum dámar ógvuliga væl at fáast við tað handaliga og tónlistaliga, og tí eiga teir eisini at sleppa at brúkar sínar førleikar á hesum økjum. Tá ið næmingar veruliga sleppa at fordjúpa seg í onkrum, sum hevur teirra áhuga, er einki mark fyri, hvat kann spyrjast burturúr. Fyri nógvar næmingar merkir tað ítøkiliga, at skúladagurin kennist lættari, tí teir í fleiri løtum gjøgnum vikuna fáast við ymiskt, sum teir bæði tíma og duga.
Yvirskipað gevur tað eisini góða meining, at tær skapandi lærugreinarnar fáa størri rúmd í fólkaskúlanum. Nógvir næmingar í fólkaskúlanum fara seinni í lívinum at útbúgva seg til t.d. handverkara, og tá er gott at hava fingið nakrar grundleggjandi førleikar innan fyri tað yrkið. Ella kanska var tað júst í smíðtímunum, at ein neisti birtist til at fara handaliga vegin.
Og tá tað snýr seg um tað tónlistarliga, hava vit óteljandi dømi um, hvussu nógvar tónleikaspírar vit eiga í Føroyum. Tónleikasendingin “Hoydalar” er feskasta dømið um tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald