
Tað hevur skapt eitt sindur av uppmerksemi, at Sólbjørg Jakobsen var í troyggju, sum hoyrir til føroysk klæðir, tá fólkatingsárið byrjaði týsdagin.
Á myndini, sum hon hevur lagt út á sín Instagram vanga, sæst eitt sindur av kavalergong, og tað hava fleiri viðmerkt. Men hesum skammast Sólbjørg Jakobsen ikki av.
- Eg bar troyggjuna við gleði og stoltleika. Og ja, tað var eitt sindur av kavalergong. Soleiðis síggja klæðini út á mær, skrivar føroyski politikarin í Liberal Alliance.
- Men eg fari ikki at skamma meg yvir míni klæðir ella feminima úttrykk. Eg búgvi tíbetur í einum landi, har ikki bara orðið er frítt - eisini fyri tær keðiligu týpurnar - men har kvinnur ikki verða tvingaðar til at fjala seg, tiga ella pakka seg inn í ávís klæðir fyri at "uppføra seg ordiligt", skrivar Sólbjørg Jakobsen, og leggur afturat, at tað bara vóru 2-3 cm av kavalergong.
(Mynd: Sólbjørg Jakobsen / Instagram)
Tað sum Sólbjørg Jakobsen tó ikki nevnir er, at flestu viðmerkingarnar snúgva seg ikki um føroysku klæðini, men um viðmerkingarnar, hon hevur um aktivistar og Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald