Innanlands

Mála útyvir "Skálabotn"

Hvørki Landsverk ella borgarstjórin vita nakað um, hvør hevur strikað "Skálabotnur" út. Men borgarstjórin ótólnast eftir avgerð

2019-04-29 21:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit hava ikki strika navnið út á skeltinum. 

Tað sigur Armgarð Steinhólm, sum er leiðari fyri infrakervisdeildini hjá Landsverk. Skálabotnur er ikki sloppið at standa á skeltinum hjá landsverk, tí eins og myndin omanfyri vísur, hevur onkur málað útyvir navnið. 

Men Armgarð Steinhólm sigur, at Landsverk onki ger við at broyta skeltini, fyrr enn Staðarnavnanevndin er liðug við sína viðgerð av málinum. 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur við Portalin, at tey heldur ikki vita, hvør hevur strikað navnið á bygdini út. 

- Men tað ber boð um ónøgd frá onkrum, staðfestur borgarstjórin, sum eisini ilskast inn á, at tað gongur seint at fáa uppskotið avgreitt. 

- Eg sendi 13. mars boð til Mentamálaráðið, Staðarnavnanevndina, Samferðslumálaráðið og Landsverk, men tey hava ikki so frætt sum váttað fyri móttøku, sigur hann. Hann sigur tó, at hann skilur á myndugleikunum, at málið verður viðgjørt nú. 

Eivind Weyhe, formaður í Staðarnavnanevndini, segði fyrr í dag við Portalin, at nevndin møtist mikudagin, og at málið verður viðgjørt tá. Hann kundi tó onki siga, um hvørt avgerð fellir hendan dagin. 

Portalurin hevur tosað við ymisk fólk í Skálabotni, sum ikki vita um, at fólk úr bygdini hava strikað navnið út á skeltunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder