Innanlands

Skal verða lættari hjá føroyskum bryggjaríum at kappast við útlendskar ølrisar

Avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni verður lagt um til eitt avgjald, og skotið verður upp, at avgjaldið á øl verður stillað, so at tey smærru bryggjaríini gjalda eitt lægri avgjald enn tey stóru

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-03 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi er sent til ummælis í tilknýti til uppskot um løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini.

Hetta, fyri at leggja avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni um til eitt avgjald, nú loyvt verður skeinkiloyvishavarum at innflyta rúsdrekka.

Skotið verður upp, at avgjaldið á øl verður stillað, so at tey smærru bryggjaríini gjalda eitt lægri avgjald enn tey stóru.

Talan er um eina skipan, sum er kend úr ES-londunum, har smærru bryggjaríini hava møguleika at fáa avgjaldslætta upp til 50 prosent, um talan er um bryggjaríir við lítlari framleiðslu.

Løgmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder