Innanlands

Skal kosta at ganga niðan á Slættaratind - eisini fyri føroyingar

Ein gøta skal gerast niðan á Føroya hægsta fjall. Tað hevur við sær, at øll skulu rinda fyri at ganga hendan túrin niðan á hægsta fjall í Føroyum

(Mynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

(Mynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

2020-10-15 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað fer at kosta at ganga niðan á Føroya hægsta fjall, 880 metrar høga Slættaratind í Eysturoynni. Í øllum førum um avgerðin liggur hjá teimum, sum varða av haganum.

Hetta upplýsti Olaf Kruse, hagastýrisformaður í haganum, sum fevnir um Slættaratind, í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í kvøld, har skipað var fyri kjaki um gongd í haga.

Á leið 10.000 fólk fara niðan á Slættaratind um ári, og hetta hevur við sær nógv slit. Tí má gøta gerast, sigur Olaf Kruse.

- Tað má gerast ein gøta, sum vit kunnu stýra fólkinum eftir. Tað sum vit síggja í dag, er at lendið verður slitið, og serliga á Slættaratindi, tí fólk gongur allastaðni. Ovasti parturin av Slættaratindi liggur so mikið ovarliga at arktiskt klima er har, og gróðurin er sera vánaligur. Við tað at tað er so nógv gongd, so klárar gróðurin ikki at koma fyri seg, segði Olaf Kruse.

[object Object](Mynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

[object Object](Mynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

Ætlanin er at gera eina gøtu av Eiðisskarði og niðan á Slættaratindi umframt eitt sonevnt móttøkuhús, har gøtan byrjar. Í móttøkuhúsinum skulu vera vesi og møguleiki fyri einum kaffimunni.

Tað var í sambandi við Heystfagnaðin á Eiði, at Kringvarpið í kvøld skipaði fyri kjaki um gongd í haga. Her segði Helgi Abrahamsen, sum er landsstýrismaðurin á økinum, at tað skal vera frítt at ganga allastaðni, har fólk hava hug til tað.

Alt kjakið sæst í Degi og viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder