placeholder
Uttanlands

Skal hyggja eftir Bambi einaferð um mánaðin

David Berry úr Missouri, sum er dømdur fyri at hava dripið hundraðtals reinsdjór ólógliga, skal hyggja eftir Bambi-filminum einaferð um mánaðin

2018-12-18 09:53 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

David Berry úr Missouri í USA skal hyggja eftir Bambi, disney-filminum, einaferð um mánaðin sum partur av dómi, hann hevur fingið fyri at drepa fleiri hundrað reinsdjór ólóglia. Umframt at hyggja eftir filminum, skal maðurin eisini gjalda 51.000 dollarar í bót og fongslast í 120 dagar.

Pápin og beiggin hjá manninum eru eisini handtiknir fyri ólógliga veiðu. Allir tríggir hava mist loyvið at veiða í økinum. 

Maðurin skal hava dripið reinsdjórini og skorið høvdið av teimum. Restina av djórinum lat hann liggja. Summi av høvdunum eru stappaði út og seld. 

Løgreglan í Missouri hevur kannað málið í átta mánaðir. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder