Nógv vill tøl hava verið kring landið í kvøld, og rákið er greitt: Anna Falkenberg fær eina rúgvu av atkvøðum, meðan tað nærum ber av hjá Sjúrði Skaale.
Javnaðaðrfólkatingsmaðurin meira enn tvífaldar gamla persónliga metið hjá Finnboga Ísaksen við at fara uppum 10.500 atkvøður.
Í Klaksvík fekk Sjúrður Skaale 1.066 atkvøður. Talið í 2022 var 288. Framgongdin var øðilig hjá C: 25 prosent.
Signhild Vilhelmdóttir Johannesne gjørdi eisini eitt gott val á heimabeiti, og Javnaðarflokkurin hølvaði Fólkaflokkin av á "heimavøllinum" hjá A: 47 prosent móti 30 prosentum:
![]()
Mynd: KVF
Harvið heldur kenslan av, at nógvir Fólkafloksveljarar fóru yvir til Sjúrð Skaale í dag.
Hetta var eisini tað, sum veljarakanningin sum spyr.fo gjørdi fyri FM1 og Portalin sunnudagin, vísti.
Les meira: Kanning: Fólkafloksveljarar velja javnaðin til fólkatingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald