2025-10-29 21:32
Hann hevur kryddað okkum tilveruna í yvir 30 ár, nú er Sjúrður Skaale klárur til at vera borðstjóri á Føroya Størsta Jólaborðhaldi.
Ein av Føroya stuttligastu lovar, at hann fer at siga okkurt skeg, og mýkja flennivøddarnar hjá nógvu jólagestunum við Tjarnir.
Sjúrður fer at stýra einum borðhaldi væl stuðlaður av dugnaligu tónleikarunum á JA-Liðnum og frálíkum solistum sum Niclas Hera, Jón úr Grandmas Basement, Marius Ziska, Árna Andreasen, RSP og øðrum.
Tiltakið er næstan útselt, so nú ræður um at skunda sær, um man vil tryggja sær eitt av allar seinastu atgongumerkjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald