placeholder
Innanlands

Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall

Felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar hevur lýst verkfall frá mánadegnum klokkan 7

2020-10-16 10:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall mánamorgunin klokkan 7.

Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni fyrrapartin.

- Vit hava nú verið í sáttmálaloysi síðani 1. oktober 2019. Viljin til at finna eina loysn hevur verið stórur frá okkara síðu, og vit hava veruliga tikið atlit til alheims heilsustøðuna. Men Fíggjarmálaráðið tykist ikki at ynskja eina semju, og roynir enntá at grugga málið, við at draga lønarhækkingina, ið vit samráddu okkum til í 2017, inn í lønarkarmin hesuferð, skriva sjúkrarøktarfrøðingarnir.

Verkfallið verður lýst fyri:

• Sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum

• Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum

• Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

• Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Undantikið deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder