Innanlands

Sjúkrahúsverkið søkir eftir varastjóra

Tummas í Garði arbeiðir nú sum lækni í parttíð.

Tummas í Garði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tummas í Garði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-07 18:15 Author image
FM1
placeholder

Sjúkrahúsverkið søkir nú eftir varastjóra við læknafakligari bakgrund.

Varastjórin er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og er partur av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum saman við sjúkrahússtjórunum og hinum varastjórunum. Varastjórin við læknafakligari bakgrund virkar eisini sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.

Søkt verður eftir serlækna við leiðsluførleikum, innliti í sjúkrahúsvirksemi og heilsuøkið sum heild og góðum samstarvs- og samskiftisevnum.

Tummas í Garði hevur verið varastjóri í tilsamans 15-16 ár. Hann er nú farin frá sum tænastumaður, og arbeiðir nú sum lækni í parttíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder