Innanlands

Sjórætturin á føroyskum hondum ólavsøkudag

Hetta er seinasti liður drúgva arbeiðinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til

(Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

(Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

2025-07-25 11:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin, ólavsøkudag, verður málsøkið sjórættur yvirtikið, og lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin verður tá á føroyskum hondum.

Hetta er seinasti liður drúgva arbeiðinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til: Í 2001 varð trygd á sjónum yvirtikið, í 2011 loðslóggávan, í 2020 sjókortini og í 2024 vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin.

- Tað er umráðandi, at vit - sum siglandi tjóð - hava fult ræðið á hesum týðandi málsøki. Vit hava víst í verki, at tað væl ber til at fyrisita hetta økið á ein hátt, ið hóskar til okkara samfelag og viðurskifti, og vit fara eins og frammanundan at leggja stóran dent á at hava eitt gott og dagført regluverk, sum lýkur altjóða krøv og treytir, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum.

Yvirtøkan verður hátíðarhildin miðjan august á Sjóvinnustýrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder