Innanlands

Sjónlig løgregla og væl avgreiddur evropadystur á Tórsvølli

Conference League dysturin á Tórsvølli í gjárkvøldið millum HB og Brøndby varð avgreiddur í øllum góðum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-25 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Politi hevði fyrireikað seg væl til uppgávuna, og sum heild hevur alt gingið friðarliga fyri seg.

Seinnapartin í gjár savnaðust nógvir Brøndby-fjepparar á Skálatrøð at hita upp til dystin. Politiið var sjónligt til staðar bæði til upphitingina, og tá ið farið var til gongu niðan í Gundadal.

Onkur smávegis hending fór fram undir dystinum, har m.a. ein áskoðari varð burturvístur av Tórsvølli. Tó varð eingin handtikin undir dystinum, og sjálvur dysturin varð avgreiddur í øllum góðum.

Nógv fólk í býnum í nátt
Nógvir fjepparar fóru í býin eftir dystin, og harafturat vóru eisini nógvir bretar av fregattini, sum liggur í Havn, í býnum.

Í fleiri umførum varð neyðugt hjá politinum at leggja seg upp í spentar støður fyri at fyribyrgja og loysa ósemjur.

Trý fólk handtikin
Trý fólk eru handtikin í nátt fyri brot á skilhaldsreglurnar. Ein teirra varð seinni eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti. Grundlógarhoyring verður seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder