placeholder
Innanlands

Sjóneyka á barna- og undómsvirðini

Týsdagin 12. februar skipaði námsfrøðiliga ráðgevingin í Klaksvíkar kommunu fyri einum evnisdegi, sum tók støði í Barna- og Ungdómsvirðunum hjá Klaksvíkar kommunu

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-14 07:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Dagurin var ætlaður starvsfólkum á dagstovnaøkinum, og varð ljós varpað á evni, sum eru viðkomandi fyri starvsfólk innan økið. Evnisdagurin varð skipaður við fyrilestri, bólkaarbeiði og kjaki, har luttakarnir fingu høvi at viðgera virðini út frá teirra fakligu royndum, í teirra dagliga námsfrøðiliga arbeiði.

Beinta Klakkstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, luttók eisini á skeiðnum. Hon sigur, at eitt stórt arbeiði varð gjørt, tá hesi virðini, saman við nógvum góðum starvsfólkum, vóru ment. Tí fegnast hon um, at barna- og ungdómsvirðini verða tikin fram, tí tey eru avgjørt aktuel.

Endamálið við evnisdegnum var at viðgera, hvussu dagstovnaøkið arbeiðir við barna- og ungdómsvirðunum. Umrøtt var m.a., hvussu námsfrøðingar og hjálparfólk síggja og møta barninum/børnunum, hvør er fakliga barnaáskoðanin, og hvørja ávirkan hevur hendan myndin av barninum á námsfrøðiliga virksemið á dagstovninum, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Jórun Niclasen, sum saman við Sannu Brandal og Anju Olsen skipaði fyri evnisdegnum siga, at evnisdagurin er ein liður í at førleikamenna starvsfólkini innan dagstovnaøkið, og at varpa ljós á námsfrøðilig evni, sum eru viðkomandi fyri starvsfólkini.

 Niels Juul Arge, sum er leiðari í Fjallafípan, var væl nøgdur við dagin. 
– Tað hevur stóran týdning, at barna- og ungdómsvirðini ikki bara eru vøkur orð, men at arbeiðið á dagstovnaøkinum er í tráð við, hvussu vit síggja og møta barninum í gerandisdegnum. Niels Juul Arge leggur afturat, at nógv av arbeiðinum verður gjørt væl, men at eitt tílíkt skeið gevur íblástur til, hvussu vit sum námsfrøðingar kunnu royna fleiri arbeiðshættir, sum gagna tí sosiala felagsskapinum. Eitt nú í mun til at arbeiða í smærri eindum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder