Tiltøk hava verið gjøgnum alla vikuna, og í dag verður Føroya Sjómannadagur hildin í Klaksvík.
Undanfarnu árini hava verið millum 5000 og 10.000 fólk í Klaksvík hendan dagin, og væntandi leita nógv fólk sær eisini til fiskivinnuhøvuðsstaðin í dag.
Skráin byrjar longu klokkan 9 tá føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl, og koma á Klaksvíkina klokkan 10.
Klokkan 10:45 bjóðar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, vælkomin og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur dagin og handar bestu skipum og bátum heiðursmerki.
Gjøgnum dagin eru ymiskar kappingar so sum Skipalista-kviss, FM í at vinda hespu upp í noða, FM í agnskering, egning, trolbøting, halda dregg, sjómannstak og mangt annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald