Innanlands

Sjey vilja vera sóknarprestar í Norðstreymoy

Umsóknarfreistin var á middegi í gjár. Norðstreymoyar vestara prestagjald fekk fýra umsóknir meðan Norðstreymoyar eystara prestagjald fekk tríggjar umsóknir

(Mynd: Vestmanna kirkja)

(Mynd: Vestmanna kirkja)

2019-06-18 12:08 Author image
Sverri Egholm

Umsóknarfreistin til bæði embætini sum sóknarprestur í Norðstreymoy var úti á middegi í gjár, tann 17. juni. Og sjey umsóknir komu tilsamans, skrivar heimasóðan hjá Fólkakirkjuni.

Norðstreymoyar vestara prestagjald fekk fýra umsóknir. Prestagjaldið fevnir um tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður. Prestagarður er til embætið, og komandi sóknarpresturin kemur at búgva í Vestmanna.

Norðstreymoyar eystara prestagjald fekk tríggjar umsóknir. Prestagjaldið fevnir um fimm kirkjusóknir: Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík. Prestagarður er til embætið, og komandi sóknarpresturin kemur at búgva í Hvalvík.

Tað eru kirkjuráðini í prestagjaldinum, ið innstilla sóknarprestin. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin, og dómprósturin skipar hann í embætið.

Ætlanin er at fáa málsviðgerðina væl greidda úr hondum einaferð um mánaðarskiftið juni/juli, skrivar folkakirkjan.fo.

placeholder
placeholder