Innanlands

Sjey prutl tikin í Runavík

Fólk hava avbjóðingar við prutlum, sum koyra runt um næturnar, sigur løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-23 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiristaðni hevur verið boðað frá, at fólk hava avbjóðingar við prutlum, sum larma um næturnar. Hesum hava tey m.a. havt avbjóðingar við í Runavík, har løgreglan var og kannaði ferðsluna í nátt.

Í hesum sambandi eydnaðist tað løgregluni at fáa fatur á sjey prutlum, sum eftir øllum at døma hava koyrt ov skjótt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan legði hald á prutlini, og skulu tey nú kannast nærri. M.a. skal kannast, um prutlini eru bygnaðarbroytt, so tey kunnu koyra skjótari, enn tey hava loyvi til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder