Mentan

Sjey nýggjar bøkur frá Bókadeildini

Talan er um bøkur, sum eru sera ymiskar og til allar aldursbólkar – Í hópinum er eisini ein upprunaføroysk myndabók, "Motorsúkklan", sum Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað

2023-05-15 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ársins triðja bókaumfari gevur Bókadeildin nú sjey nýggjar bøkur út.

Talan er um bøkur, sum eru sera ymiskar og til allar aldursbólkar.

Í hópinum er eisini ein upprunaføroysk myndabók, "Motorsúkklan", sum Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað. Hetta er fyrsta bókin hjá teimum báðum.

Um bøkurnar:

Motorsúkklan
Bjørn og Ari elska motorar og motorsúkklur. Einki er betri enn at sleppa at rokast í garasjuni, har allar motorsúkklurnar hjá pápa Bjørn eru. Teir hava arbeitt upp á eina gamla motorsúkklu í allan vetur. Nú er hon liðug, og teir sleppa endiliga at starta motorin. Og tað er tað kulasta NAKRANTÍÐ! Men so skulu teir eta nátturða, og pápin sigur, at nú mugu teir gevast og bíða til dagin eftir … Men klára Bjørn og Ari at bíða? Ella noyðast teir kanska líka at sníkja seg út í garasjuna?

Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur myndprýtt.

Bókin er innbundin, 40 bls. og til børn, sum eru uml. 4-7 ára gomul.

[object Object]

Songartíð
Í hesi bókini finnur tú alt frá bleytum bamsum til skínandi stjørnur. Her er nógv forvitnisligt hjá barninum at nerta við og sansa, meðan tit lesa góðanáttsøgu.

Bókin er ein pappbók, 12 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ára gomul.

[object Object]

Kann eg hyggja í pottin?
Lítla músin er so forvitin. Hon vitjar allar sínar vinir og spyr, um hon kann hyggja í pottin hjá teimum. Og so vilja vinirnir eisini síggja, hvat er í pottinum hjá músini. Men músin er ein stór mús nú. Hon brúkar vesikummuna.

Guido van Genechten hevur skrivað og teknað. Silja Aldudóttir týddi.

Bókin er ein innbundin klaffabók, 32 bls. og til børn, sum eru uml. 2-3 ára gomul.

[object Object]

Elvin Griff agentur 3 og 4
Flýggjanin til sirkusið: Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey sleppa undan agentunum, sum sperra vegin, og rýma við lastbilinum hjá einum ektaðum sirkusstjóra. Hvat er betri enn at goyma seg millum ferðandi sirkusfólk og ævintýrarar? Tað vísir seg skjótt, at í sirkusinum eru stór loyndarmál. Kunnu Elvin og Lýdia avdúka alt, uttan sjálv at verða avdúkað?

[object Object]

Flýggjanin til bakgøturnar: Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey koma til ein bý, har karneval er, og grýluklæddir agentar eru eftir teimum. Men hvør er gentan, sum vísir seg í fólkamongdini, og biður tey koma við sær? Elvin og Lýdia noyðast at berjast ímóti vandamiklum fíggindum við hokkistavum, finna ein lykil áðrenn tíðarfreistina og at koyra sportbil. Og hvat er tað í veruleikanum, Umhvørvispakkið hevur gjørt?

Arne Svingen hevur skrivað, Eivind Gulliksen myndprýddi, og Hildigunn Niclasen týddi úr norskum.

Bøkurnar eru heftar, 136 bls. og til børn, sum eru uml. 8-10 ára gomul.

[object Object]

Tíggju knívar í hjartað
Grafisk skaldsøga um 12 ára gomlu Tóru, sum akkurát er byrjað í sjeynda flokki. Komandi skúlaár ætlar hon at fáa kulan stíl og kanska blíva forelskað. Hon vil eisini gjarna byggja eina kula smáttu í skóginum við bestu vinkonunum hjá sær, Bao og Linneu.

Men okkurt er hent í summarferiuni: Linnea hevur fingið sjeik og gongur knappliga bara upp í klæðir, at vera á telefonini og tosa um forelskilsi. Bao, hinvegin, tímir yvirhøvur ikki at hoyra um dreingir, lipgloss ella nakað sum líkist! Tóra verður noydd at velja ímillum tær báðar vinkonurnar, samstundis sum hon byrjar at fáa nakrar kenslur, sum hon ongantíð hevur havt fyrr, tá hon møtir nýggju gentuni í flokkinum.

Nora Dåsnes hevur skrivað og teknað, og Julia Rutt Petersen týddi úr norskum.

Bókin er heft, 256 bls. og til børn umleið 11-13 ár.

[object Object]

Himmaleldur
Lívið hjá Ánte er merkt av teimum sámisku siðvenjunum. Hjá honum er tað sjálvsagt, at hann – sum einasta barn í familjuni – skal halda fram at arbeiða við reinsdjórunum. Men knappliga er okkurt annað har. Okkurt, sum órógvar og dregur. Kenslurnar, hann hevur havt fyri vinmanninum, Eriki, eru broyttar til okkurt størri. Men hvat høvdu øll sagt, um tey vistu av tí? Og hvørjar kenslur hevur Erik?

Moa Backe Åstot hevur skrivað, og Ingun Háberg týddi úr svenskum.

Bókin er heft, 204 bls. og til ung.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder