Innanlands

Sjey nýggir tilburðir staðfestir í 2.500 kanningum í gjár

Fýra vóru positiv við kanning eftir komu til Føroya av Mallorka, ein fekk staðfest smittu við endurkanning dagin eftir komu, og tvey eru smittaði í Føroyum og eru partur av kendari smittuketu. 125 fólk hava koronusmittuna í løtuni

Sambært corona.fo er í løtuni eingin innlagdur í samband við koronusmittu. Positivprosenti í gjár var bert 0,28 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Sambært corona.fo er í løtuni eingin innlagdur í samband við koronusmittu. Positivprosenti í gjár var bert 0,28 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-15 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annan dagin á rað vórðu sjey nýggir koronutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

2.503 kanningar vórðu gjørdar í gjár, mikudagin 14.07. Harvið er positivprosentið fyri dagin í gjár lágt. Tað er 0,28. Til samanberingar var talið fyri Danmark 1,12.

Tvey av teimum sjey fólkunum eru smittaði í Føroyum eru partur av kendari smittuketu. Fýra vóru positiv við kanning eftir komu til Føroya av Mallorka - ein persónur fekk staðfest smittu við endurkanning dagin eftir komu, skrivar corona.fo.

Í eru 125 persónar smittaðir við Covid-19 í Føroyum, og nú hava yvir 900 fólk - 905 - samanlagt fingið staðfest smittu. 779 eru staðfest frísk aftur.

Eingin er í løtuni innlagdur í samband við koronusmittu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder