Innanlands

Sjey menn og seks kvinnur fyri Miðflokkin

Miðflokkurin hevði fríggjakvøldið landsfund sum eisini var uppstulingarfundur itl løgtingsvaið. Sjey menn og seks kvinnur komu á listan, men uppstillingin er ikki endalig

2022-11-20 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gott og væl 150 fólk vóru møtt á landsfundi Miðfloksins, sum var hildin á Svangaskarði fríggjadagin.

Fundurin var eisini uppstillingarfundur til løgtingsvalið, og 7 menn og 6 kvinnur vóru komin á listan við fundarlok. Uppstillingin er tó ikki endað, og væntandi verða enn fleiri á listanum, áðrenn freistin er úti mikudagin.

Formansfrágreiðing, fyribils valskrá og politisk úrslit frá seinastu trimum árunum vóru løgd fram, og gott og gevandi kjak var um hesi, sigur Miðflokkurin í fráboðan.

Val var av tveimum nevndarlimum, og í nýggju nevndini eru:

• Rani Skaalum
• Leif Høj
• Fimmbogi Poulsen
• Rósa Tyril Gaardlykke
• Jenis av Rana
• Aksel Kambsskarð Berg
• Danjal av Rana, varalimur
• Mia av Kák Joensen, varalimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder