Ognarskattur eigur at verða settur á hús, sum ikki verða brúkt til egnan bústað, og rentustuðulin eigur at verða skiftur út við býlisstuðli, sigur Sjálvstýri.
Í lesarabrævi skrivar Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, at tað er syrgiligt at síggja gongdina á bústaðarmarknaðinum í dag, "har spekulantar keypa upp bústaðir til at leiga út" og hava føroyingar tørv á eini sonevndari "bústaðarrevolutión".
– Vit mugu ásanna, at ein manglandi bústaðarpolitikkur í Føroyum í alt ov langa tíð hevur ført til, at tað bert eru tey múgvandi sum uppliva at seta fótin undir egið borð, og at tað er trupult hjá fólki enntá at fáa tak yvir høvdið, sigur hann.
Ein skipan við býlisstuðli hevði lættað um bústaðarbyrðuna hjá vanligum fólki og skapt størri tryggleika á leigumarknaðinum, skrivar hann.
Stuðulin skal verða tørvsmettur og taka støði í veruligum bústaðarkostnaði, soleiðis at hann hjálpir teimum, ið hava størst tørv, leggur hann afturat.
– Verandi rentustuðulsskipan gagnar bert teimum, ið longu eiga bústað, og hevur tí við sær, at almenn fígging er órrættvís og fer til at styrkja eina skeiklaða bústaðarskipan.
– Við at flyta stuðulin frá ogn til borgara verður ójavnin á bústaðarmarknaðinum minni og samstundis verða møguleikarnir hjá ungum og teimum, ið royna at seta búgv, styrktir, skrivar hann.
Sambært formanninum í Sjálvstýri hevur vantandi ognarskattur eisini gjørt tað ov lætt at keypa fleiri hús.
Hann vísir á, at kommunur nú hava loyvi at leggja gjøld á sethús, sum standa tóm, men tann skipanin er ov rótut at umsita sigur hann.
– Vantandi ognarskattur hevur gjørt tað ov lætt og ov lønandi at keypa fleiri hús, meðan fólk, ið royna at finna eitt varandi stað at búgva, verða skumpað til viks. Kommunur hava longu loyvi til at leggja gjøld á sethús, sum standa tóm. Skipanin er rótut og tung at umsita og er eitt slag ognarskatti.
Heldur átti mann at sett ein rímiligan ognarskatt á tey hús, sum eigarin ikki sjálvur brúkar til egnan bústað, sigur Sámal Petur í Grund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald