Leygarkvøldið 24. apríl klokkan 21 verður Sissel Kyrkjebø at hoyra í Løkshøll í Runavík.
– Norski sangfuglurin við tí kláru og einglakendu røddini, sum í 1991 bergtók okkum øll við sjónbandaðu framførslu av "Tíðin rennur sum streymur í ár" saman við føroyskum kórsangarum. Og í apríl komandi ár stendur hon so á pallinum í Løkshøll og verður høvuðsnavnið til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
– Vit kunnu vænta okkum eina gandakenda konsert, har røddin og tónleikurin flytir seg frá tí vakra og eleganta til tað óslípaða og ráa. Sissel er kend fyri sína blíðu og fjálgu medferð á pallinum og fyri røddina, sum fer beint í hjartað hjá áhoyrarunum.
Skráin fevnir um bæði kendar klassikarar og nýggjari sangir, sum flyta seg tvørtur um ymisku tónleikamørkini. Saman við tónleikarunum fer Sissel við síni serstøku rødd at geva okkum várliga orku meðan vit bíða eftir summari og sól.
Atgongumerkjasølan er farin ígongd á loksholl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald