Mentan

Sissal skal royna at endurtaka sigurin

Áður eru tað bert Kirsten og Søren, sum hava vunnið Melodi Grand Prix tvey ár á rað. Føroyska songkvinnan skal aftur í ár liva upp til favorittleiklut - leygarkvøldið framførir hon í Frederikshavn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-11 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað árið á rað skal Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen framføra og kappast í danska Melodi Grand Prix'num. Og annað árið á rað stendur havnarkvinnan sum stórur favorittur hjá veddingarfyritøkum og viðmerkjarum.

Um tað aftur eydnast Sissal at syngja seg til sigurs - og til Eurovision - so verður hon bert annað navnið í søguni, sum vinnur tvey ár á rað í Danmark.

Higartil er tað bert tvíbólkurin "Hot Eyes", sum er betri kendur við fornøvnunum Kristen og Søren, sum hevur megnað tað.

Tey vunnu í 1984 við "Det" lige det" og eisini við "Sku' du spør' fra no'en" í 1985. Kirsten og Søren stóðu seg væl til Eurovision og vunnu aftur í Danmark í 1988.

[object Object]
Sissal eftir sigurin í Herning í fjør - vinnurin hon steypið aftur?

[object Object]
Sissal á stóra pallinum í Basel 

Leygarkvøldið kann Sissal enduvinna steypið, heiðurin og rættin at umboða Danmark í Eurovison í Wien í mai.

Hesaferð verður tað longur norðuri í Jútlandi. Í fjør bar sangurin heitið Hallucination - í ár luttekur føroyingurin við "Infinity".

Sangurin hjá Sissal hoyrist ovast ella her

Danskt Melodi Grand Prix 2026 verður hildið í Arena Nord í Frederkshavn leygarkvøldið klokkan 19.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder