Mentan

Sissal og Danmark víðari

Óvæntað og fyri fyrstu ferð síðan 2019 er Danmark víðari í Eurovision

2025-05-15 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víðari er DANMARK.

Oddsini vóru ikki serliga góð undan seinna undanumfarinum í Eurovision í kvøld, men hon mótprógvaði øllum.

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er víðari í Eurovision og skal leygardagin frmaføra í finaluni.

Tað gjørdi hon við sterkari framførslu av lagnum Hallucination. Seinastu dagarnar hevur hon havt krím, men tað hoyrdist einki til í kvøld.

Londini, sum í kvøld vunnu seg víðari vóru Litava, Ísrael, Armenia, Danmark, Eysturríki, Luksemborg, Finnland, Lettland, Malta og Grikkaland.

Í fyrra undanumfarinum vóru tað Albania, Póland, Estland, Portugal, Ísland, San Marino, Holland, Svøríki, Noreg og Ukraina, sum komu víðari.

Umframt hesi eru Italia, Spania, Bretland, Týskland, Frakland umframt vertslandið Sveis tryggjaði í finaluni.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2019, at Danmark er í finaluni.

Finalan verður leygarkvøldið klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder