Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skal annað árið á rað royna at vinna Melodi Grand Prix í Danmark. Og eins og í fjør, stendur føroyska kvinnan sum stórur favorittur hjá serliga veddingarfyritøkum.
Sissal kann gerast bert nummar tvey í røðini at vinna kappingina tvey ár á rað.
Sí eisini: Sissal skal royna at endurtaka sigurin
Frá byrjan var Sissal sett sum rímiliga stórur favorittur - størri enn í fjør.
![]()
![]()
Seinastu tríggjar vikurnar eru oddsini bert farin niður, og harvið favorittleikluturin hjá "Infinity" farin uppeftir.
Samlaðu oddslini, sum eurovisionworld.com, hevur, siga, at Sissal hjá øllum teimum stóru trimum veddingarfyritøkunum hevur tøl millum 1,7 og 1,8.
Hetta eru ógvuliga lág tøl og harvið høg vinnarasannlíkindi, tá átta fólk eru við. Samanlagt er sigursmøguleikin hjá Sissal á 49 prosentum: Tað vil siga, at øll hini skulu teljast samanlagt, áðrenn tað kemur hægri.
Tann tættasta, Ericka Jane, liggur um 3,2-3,4 og við 25 prosent møguleika at vinna.
Hetta eru sjálvandi metingar. Tað eru tað eisini hjá fleiri viðmerkjarum, men har peikað fleiri eisini á havnarkvinnuna.
Melodi Grand Prix 2026 verður í Frederikshavn leygarkvøldið 14. februar klokkan 19 føroyska tíð. Vit hoya frá Sissal áðrenn
Hoyr sangin hjá Sissal her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald