- Eg vil bert siga stóra takk fyri allar atkvøðunar og allan stuðulin, ið eg fekk. Eg var 110 prosent vís í, at eg ikki kom í topp-trý. So sum tit kunnu ímynda tykkum, eri eg framvegis skelkað - í sjokk.
Hetta skrivar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á Instagram-síðu sínari, nú Melodi Grand Prix 2026 er í baksýni. Tað kom annars óvart á viðmerkjarar og onnur, at Sissal ikki aftur fór avstað við øllum í stóru donsku sangkappingini.
Sí eisini: Skelkandi sigur
Einki Eurovision hjá Sissal í ár, men hon heldur, at Søren Torpegaard Lund er rætti vinnarin:
- Eg haldi veruliga, at vit hava fingið júst tann rætta vinnaran, og eg fari at heppa á Søren og Danmark. Um nakar kann megnað tað, so er tað hann!
Seinast í boðunum á sosialu miðlunum staðfestir føroyska songkvinnunum, at hetta bert er byrjanin. Tónleikur, á donskum, er á veg frá henni.
- Gerið tykkum til reiðar til nógvan danskan tónleik skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald