Hóast Jóhan Christiansen sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum segði seg ikki vilja hava eina uppboðssølu av fiskivinnurættindum, er hetta ikki støðan hjá Tjóðveldi sum flokki.
Tjóðveldi vil framvegis hava eina uppboðssølu, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi.
Videobrotið omanfyri úr longri samrøðu, sum journalistarnir hjá Frihedsbrevet, Barbara Holm og Jan Lamhauge, hava við Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi. Hvønn dag hesa vikuna, senda tey longri samrøður við forfólkini, har hesi fáa stillaðar hvassar spurningar um tað tey lova. Tað krevur hald at hoyra longri samrøðurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald