Innanlands

Sirið Stenberg: Landsstýrið má fáa hetta í rættlag í stundini

Sirið Stenberg kemur við almennari áheitan á landsstýrið um at fáa viðurskiftini við tinglýsingarportalinum í rættlag og tryggja, at persónsupplýsingar verða vardir

– Hetta er sera álvarsamt brot á verju av persónsupplýsingum, sigur Sirið Stenberg (Savnsmynd)

– Hetta er sera álvarsamt brot á verju av persónsupplýsingum, sigur Sirið Stenberg (Savnsmynd)

2021-06-25 17:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrið má í stundini fáa viðurskiftini við tinglýsingarportalinum í rættlag og tryggja, at persónsupplýsingar eru vardir og ikki koma óviðkomandi í hendi. Tað sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Freistin at seta skrivligar fyrispurningar til landsstýrisfólkini er farin, og tí kemur hon við einari almennari áheitan í staðin.

– Nú tinglýsingarskjølini eru talgilt atkomulig hjá øllum, er komið fram, at persónsupplýsingar, sum eru trúnaðarupplýsingar, hava verið at finna millum upplýsingarnar. Hetta er sera álvarsamt brot á verju av persónsupplýsingum, men hóast hetta er onki frætt um, at heimasíðan er latin aftur, meðan arbeitt verður við at fáa hetta í rættlag.

– Sum skilst er talan ikki bert um p-tøl, sum annars hevur verið frammi alment, men eisini upplýsingar um sundurbýtið av ognum í sambandi við hjúnarskilnað. Í hjúnarskilnaðkontraktum eru m.a. upplýsingar um innistandandi pening, partabrøv, passupplýsingar, pensjónsupplýsingar og annað, sum kann vera partur av einum hjúnarskilnaði. Upplýsingar, sum eru sera persónligir og sjálvsagt eiga at verða vardir.

– Umhvørvisstovan er myndugleiki á tinglýsingarøkinum eins og landsfólkayvirlitið o.a. Stovnurin hevur sostatt dagliga ábyrgd av eini røð av persónsupplýsingum. Tí mugu borgarar eisini hava álit á, at persónsupplýsingar, sum eru vardir sambært lóg, verða handfarnir í trúnaði, og at tað á ongan hátt ber til hjá óviðkomandi at fáa atgongd til so týðandi persónsupplýsingar, sigur Sirið Stenberg.

– Vit hava fingið nýggja dátuverndarlóggávu, sum ger, at Dátueftirlitið ikki kann geva almennum stovnum bót men einans privatum. Somuleiðis broytti nýggja lógin Dátueftirlitið frá at vera ein stovnur, sum skuldi geva loyvi í hvørjum einstøkum føru, til at vera eitt eftirlit, sum byggir á stakroyndir.

Sirið Stenberg hevur viðfest nakrar spurningar, sum hon vónar at fáa svar á, hóast feriutíð er, tí málið er álvarsamt, sigur hon.

Spurningarnir eru soljóðandi:

  1. Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt fyri at tryggja, at US verjir persónsupplýsingar og heldur seg til lógina um verju av persónsupplýsingum?
  2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjir persónsupplýsingar hava verið møguligir hjá óviðkomandi persónum at síggja?
  3. Metir landsstýrismaðurin, at US hevur handfarið støðuna á nøktandi hátt?
  4. Hvat verður gjørt fyri at fáa støðuna í rættlag?
  5. Hví hevur US ikki latið síðuna aftur, meðan viðurskiftini fáast í rættlag?
  6. Er tørvur á at gera broytingar í nýggju dátuverndarlógini?
  7. Er nøktandi arbeiðsorka, og neyðugu heimildir til staðar hjá Dátueftirlitinum at tryggja fullgott eftirlit á økinum?


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder