Innanlands

Sirið Stenberg á NATO-fundum um trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi

Á skránni var trygdarstøðan í Arktis og Norðuratlantshavi, har nýggja NATO-átakið Arctic Sentry var eitt av høvuðsevnunum

2026-02-14 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, luttók 12. februar saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, og grønlendsku landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og granskingarmálum, Vivian Motzfeldt, á fleiri fundum í høvuðssætinum hjá NATO í Brússel. Á skránni var trygdarstøðan í Arktis og Norðuratlantshavi, har nýggja NATO-átakið Arctic Sentry var eitt av høvuðsevnunum.

Á fundunum hittu politisku umboðini úr Føroyum, Grønlandi og Danmark millum annað ovastu hernaðarligu leiðararnar í NATO, SACEUR og SACT. Eisini vóru fundir millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar og millum sameindu arktisku verjumálaráðharrarnar, har trygdarstøðan í økinum varð umrødd. Londini vóru samd um, at tað er neyðugt at raðfesta bæði trygdina og kapasitetirnar í Arktis og Norðuratlantshavi.

– Føroyar hava ein týðandi leiklut í trygdarpolitisku myndini í Norðuratlantshavi. Tí er umráðandi at hitta starvsfelagar úr londunum í Arktis og Norðuratlantshavi regluliga, m.a. fyri at umrøða, hvussu vit styrkja samstarvið um trygdina í økinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum

Broytingarnar í Arktis og Norðuratlantshavi hava beinleiðis týdning fyri Føroyar. Skiftið í trygdarpolitiska landslagnum ber við sær, at tað er avgerandi fyri Føroyar at taka virknan lut í altjóða samstarvi, sum kann fáa stóra ávirkan á okkara nærumhvørvi. Við luttøkuni á NATO-fundunum staðfesta Føroyar sín leiklut sum partur av einum breiðum samstarvi um trygd í Norðuratlantshavi, har endamálið er at varðveita frið og støðufesti í økinum.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder