
Hesa vikuna luttekur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, á ráðstevnuni EU Arctic Forum, sum verður hildin í Kittilä í Finnlandi.
Ráðstevnan, sum ES-nevndin og finska stjórnin skipa fyri, savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum trygd og støðufesti, burðardygg menning, grøna orkuskiftið, havumsiting og fólkaræðislig luttøka í Arktis.
Landsstýriskvinnan helt røðu í sambandi við, at ráðstevnan varð sett, saman við svenska evropamálaráðharranum Joakim Strand og Costas Kadis, sum er ES-nevndarlimur fyri fyri hav- og fiskivinnumál.
– Tað er avgerandi at røkja og styrkja álítandi sambond við grannalond og samstarvspartar fyri at tryggja frið, støðufesti og burðardygga menning í Arktis og Norðuratlantshavi, staðfestir Sirið Stenberg.
Í røðuni legði landsstýriskvinnan dent á, at fólkið í Arktis eigur at luttaka virkið í altjóða samstarvi, sum hevur týdning fyri økið.
– Veðurlagsbroytingar ávirka bæði lívskorini, náttúruna og búskaparligu karmarnar í økinum. Tí mugu tey, sum búgva og virka her, hava ávirkan á tær avgerðir, ið verða tiknar um framtíðina í økinum, segði hon.
Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýriskvinnan eisini fund við ES-nevndarlimin Costas Kadis um samstarvið millum Føroyar og ES.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald