Innanlands

Sirið á Expo 2025 í Osaka í Japan

Seinni í vikuni vera Føroyar vertur fyri døgum í norðurlendska skálanum, Faroe Islands Days

(Mynd: uvmr.fo)

(Mynd: uvmr.fo)

2025-09-02 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Setir landsstýriskvinnan føroysku dagarnar í norðurlendska skálanum saman við japanska varauttanríkisráðharranum

Landsstýriskvinnan við uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, luttekur í hesum døgum á heimsframsýningini í Osaka í Japan, har lond úr øllum heiminum savnast undir heitinum: “Designing Future Society for Our Lives”.

Í gjár setti landsstýriskvinnan javnstøðudagin í norðurlendska skálanum við eini røðu, har hon vísti á norðurlendsku royndirnar við javnstøðu, men legði dent á, at stríðið er langt frá liðugt. Globalt síggja vit afturstig, tí er altjóða samstarv týdningarmiklari enn nakrantíð. Røðan var samstundis ein viðurkenning av norðurlendska samstarvinum við Japan, har javnstøða er ein av hornasteinunum í felags diplomatiska arbeiðinum.

Setanarrøðn til norðurlendska javnstøðudagin sæst her.

[object Object]Norðurlendski skálin á heimsframsýningini Expo 2025 í Osaka í Japan 

Føroyar á Expo 2025 - Faroe Islands Days

Seinni í vikuni vera Føroyar vertur fyri døgum í norðurlendska skálanum, Faroe Islands Days, ið hava til endamáls at varpa ljós á Føroyar í Japan, men eisini úti í heimi. Dagarnir eru skipaðir við íblástri úr Tonik, við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum.

Sirið Stenberg setur føroysku dagarnar hósdagin saman við japanska varauttanríkisráðharranum, Hisayuki Fujii, umboðandi japonsku stjórnina.

Norðurlendski skálin er væl vitjaður, og millum 8.000 og 9.000 fólk leggja leiðina framvið hvønn dag, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder