
Aftur í ár skipar Sinnisbati fyri tiltaki á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.
Á altjóða sálarheilsudegnum í ár fáa vit vitjan av Agnes Marie Frey og Anders Sørensen úr Danmark.
Agnes Marie Frey hevur fleiri hundraðtúsund vísingar á TikTok, og er tilnevnd virðislønir fyri at varpa ljós á sálarheilsu - millum annað Simba virðislønina “Årets brug af stemme”.
Agnes Marie Frey hevur fleiri hundraðtúsund vísingar á TikTok, og er tilnevnd virðislønir fyri at varpa ljós á sálarheilsu - millum annað Simba virðislønina “Årets brug af stemme”.
Anders Sørensen, sálarfrøðingur og ph.d í psykiatri, sær, hvussu fleiri sálarlíðingar ofta verða misskiltar í donsku psykiatriini. Hann sigur: “man starir seg ofta blindan á sjúkueyðkenni og diagnosur og sær ikki, hvørji lívsviðurskifti liggja aftanfyri eyðkennini.
Tað er persónliga sjónarmiðið, sum møtir granskingini.
Tiltakið verður í Smæruni í Havn 10. oktobur kl. 19.00. Tiltakið er alment og ókeypis.
Skrá:
kl. 19:00: Súsanna Olsen, forkvinna, bjóðar vælkomin
kl. 19:05: Fyrilestur við Agnes Marie Frey og Anders Sørensen
kl. 19:50: steðgur
kl. 20:05: Fyrilestur við Agnes Marie Frey og Anders Sørensen
kl. 21:00: Elsa Berg, borgarstjóri, handar sálarheilsuvirðislønina 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald