Innanlands

SinnisBati Ung skipar fyri introkafé

Á skránni eru fleiri upplegg og tónleikaframførslur, umframt at nýggja ungdómstoymið hjá Sinnisbata fer at greiða frá teirra virksemi

Tiltakið verður í Reinsarínum (Savnsmynd)

Tiltakið verður í Reinsarínum (Savnsmynd)

2021-10-20 19:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið 22. oktober fer nýggja ungdómstoymið hjá Sinnisbata, SinnisBati Ung, at markera seg við einum braki. Hetta verður gjørt við einari introkafé á Reinsarínum.

Talan er um eitt ókeypis tiltak, boðar Sinnisbati frá í tíðindaskrivi.

Á skránni eru fleiri upplegg, umframt tónleikaframførslur.

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

Kl. 17.15 – SinnisBati Ung (SBU) bjóða vælkomin og greiða frá um virksemið og endamál

Kl. 17.30 – Laura Apol, starvsfólk í Sinnisbata, greiðir frá um virksemið hjá Sinnisbata

Kl. 17.45 – Steðgur

Kl. 18.00 - Felags meditatión v/ Vivian Sjóðklett

Kl. 18.45 - Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, hevur upplegg um sálarheilsustøðuna hjá ungum í Føroyum við útgangsstøði í kanningini "Hvussu hevur tú tað?" frá 2019

Kl. 19.15 - Kjak um ymisk evni, ið hava við sálarheilsu og fyribyrging av sálarsjúku at gera. Endamálið er at byrja eina samrøðu um tey ávísu evnini og seta tankar í gongd.

Kl. 20.15 - Steðgur og vit bjóða pitsa

Kl. 20.30 - Konsert við Guðrið Hansdóttir, Mariusi DC og Joe and the Shitboys

Barrin er opin frá kl. 20, og tað verður møguligt at keypa sær drekkandi bæði við og uttan rúsdrekka.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder