Mentan

Sinéad O’Connor gjørdist einans 56 ár

Sangarinnan, sum sang “Nothing Compares 2 U” doyði í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-07-27 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Írska sangarinnan Sinéad O’Connor doyði í gjár, 56 ára gomul. Tað kunngjørdi familja hennara í eini fráboðan.

“Tað er við stórari sorg at vit kunngera at okkara elskaða Sinéad er farin. Familja og vinir hennara eru knúst og biðja um, at privatlív teirra verður virt í hesi sváru tíð”, stóð í fráboðanini.

Sinéad O’Connor gjørdist gitin fyri sínar kenslurúku sangir í 1980’unum. Kendasti sangur hennara er “Nothing Compares 2 U”, sum Prince upprunaliga gav út, og sum Sinéad fekk eitt heimsumfatandi hitt við í 1990.

O’Connor skapti eisini yvirskriftir orsaka av sínum umstríddu meiningum um katólsku trúnna, sum hon ofta fanst at fyri teir nógvu tilburðirnar har pedofili varð sett í samband við kirkjuna.

Í 2021 boðaði O’Connor frá, at hon gavst sum tónleikari.

Hon kunngjørdi, at hon var móð og ikki ynskti at upptraðka og geva út tónleik meira.

Í 2018 vendi Sinéad O’Connor sær til islamtrúgv og broytti navn til Shuhada Sadaqat, men helt kortini áfram við at upptraðka undir sínum upprunaliga navni.

O’Connor átti trý børn. Sonur hennara, Shane, doyði so seint sum í fjør, einans 17 ára gamal.

Sama ár kom virðislønti dokumentarfilmurin hennara lív og virki, “Nothing Compares: Sinéad O’Connor”. 

[object Object]
Í 2018 vendi Sinéad O'Connor til islamtrúnna (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder