Innanlands

Simmer Dim í uppskoti til matstovuheiður

Matstovan umborð á Norrønu millum fimm matstovur at gerast ársins miðmálamatarstova í Danmark

2020-04-06 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Simmer Dim, a la carte matstovan umborð á Norrønu er í uppskoti at gerast ársins matstova í Danmark í bólkinum fyri smyrjibreyð og ”frokost” - miðmála.

Maðurin handan Den danske Spiseguide, Bent Christensen, hevur í dag kunngjørt tær matstovurnar, sum eru í uppskoti til at vinna júst henda bólkin. Og Simmer Dim kappast ímóti matstovunum Aamanns, Kanalen og Palægade í Keypmannahavn, B-Spis í Næstved og Mondän í Frederiksberg.

Ársins bestu innan teir ymsu bólkarnar, sum Den danske Spiseguide kjósar, verða avdúkað á einum døgurðatiltaki á Dyvig Badehotel 25. oktober. 

Simmer Dim er ein matstova, sum borðreiðir fyri ferðafólkunum umborð á Norrønu á døgurða og um kvøldið.

Myndirnar eru av vanganum hjá Simmer Dim á Instagram

Tekstur broyttur kl. 16.40 

 

placeholder
placeholder