Mentan

Silvurdrongur og Elvito á ferð

Nú fara silvurdreingirnir á konsertferð kring landið

2018-10-17 11:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Silvurdrongur hevur gjørt um seg sum svartideyði og hagasóljur í Føroyum hetta seinasta árið við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni Silvurbók, sum fevnir um tónleik, film og bókmentir. Silvurpláta eitur tónleikaútgávan, sum Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt og komponerað saman við Karl Andriasi Stórá.

Nú fara silvurdreingirnir á konsertferð kring landið at vitja øll tey spælistøðini, har teir ikki fyrr hava spælt.

Við sær hava teir føroyska-danska bólkin Elvito.

Lagið hjá teimum "Get It On" hevur verið at hoyrt í Kringvarpinum hetta seinasta árið. Tónleikurin er ein blanding millum elektroniskt og surf, og ljóðmyndin varðveitir eitt egið huglag, sum er áhugavert og eitt sindur gandakent. Limirnir í Elvito eru Bastian Lahn Petersen og Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy, og við sær hava teir trummusláara.

Konsertirnar vera á hesum støðunum:

21/11 Tøting, Syðrugøta

22/11 Maggie's, Nólsoy

23/11 Salt, Drelnes

24/11 Spaniastova, Klaksvík

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder