Mentan

Silja Johannesen framførir í SMS í morgin

21 ára gamla Silja Johannesen fer at framføra egin løg á torginum í SMS í sambandi við myndaframsýning hjá Parkinsonfelagnum

2018-08-21 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við at fotoframsýning hjá Parkinsonfelagnum letur upp á torginum í SMS kl. 15:00 mikudagin, fer 21 ára gamla songkvinnan og sangskrivarin, Silja Johannesen at framføra egin løg.

Silja Johannesen er 21 ára gomul og hevur spælt tónleik, síðani hon var heilt ung. Fyri nøkrum árum síðani byrjaði hon at framføra - bæði coverløg og sín egna tónleik, sum minnur mest um singer-songwriter stílin. Tórður Dam Jacobsen fer at syngja saman við Silju Johannesen og dugnaligi guitar snillingurin Filip Zachariassen er partur av bólkinum og er við til framførsluna.

Ynskja at broyta hugmynd av Parkinson

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, setur áhugaverda framsýning á torginum í SMS, mikudagin kl. 15. Parkinsonfelagið skipar fyri myndaframsýning við Anders M. Leines, har ljós verður varpað á fólk, ið hava Parkinson.

Í døgunum 22. august til 25. august verður Torgið í SMS karmur um eina myndaframsýning hjá norska fotografinum, Anders M. Leines, sum hevur ferðast kring Norra og USA og tikið myndir av fólkið, ið hava Parkinson. Endamálið við framsýningini er at geva fólki eina nýggja fatan av fólki sum hava Parkinson. Parkinsonfelagið í Føroyum skipar fyri framsýningini.

Upprunin til myndaframsýningina: Anders M. Leines fekk staðfest Parkinson sum ungur. Hann kundi als ikki sameina seg við myndirnar, sum brúktar vórðu, tá tosað varð um fólk við Parkinson. Myndin, sum oftast var brúkt, var frá 1886 av einum gomlum sjúkum manni. Hann setti sær fyri at geva eina rættari fatan av fólki við Parkinson - at tey eru líka ymisk sum øll onnur, eru sárbar, hava dreymar, eru virkin og taka lut. Og fór hann tí at taka myndir av yngri fólkum við Parkinson.

Skráin:

- Durid sigur vælkomin.
- Anders Leines flytir fram røðu.
- Eyðgunn Samuelsen setur framsýningina.
- Silja Johannesen og Filip Zachariassen framføra tónleik.
- Vit bjóða kaffe, te, smákøku og sunkist.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder