Mentan

Signar leitar aftur í Tjaldið

Tað var í stóra tjaldinum á Summar Festivalinum, at Signar í Homrum fyri meira enn 10 árum síðani staðfesti seg sum solist í føroyskum tónleiki. Hóskvøldið spælr hann aftur í Tjaldinum

Signar í Homrum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Signar í Homrum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-03 16:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í stóra tjaldinum á Summar Festivalinum, at Signar í Homrum fyri meira enn 10 árum síðani staðfesti seg sum solist í føroyskum tónleiki. Signar hevði annars spælt í fleiri bólkum – ikki minst væl umtóktu Kjølum – men hann var farin at útgeva sangir sum solistur, og við einari minniligari framførslu í fullsettum tjaldi, sum ikki vildi sleppa væl syngjandi kollfirðinginum aftur, steig Signar veruliga inn á føroyska tónleikapallin sum ein av okkara best umtóktu solistum.

Síðani hevur hann skrivað, sungið og útgivið sangir, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín. Sangir sum »Tað er gott at elska«, »Kærleikans mátt«, »Sorgblídni«, »Mín skattur« og aðrir hava verið spældir og sungnir nógv, og teir kunnu framvegis savna føroyingar í heilhjartaðan felagssang.

Hóskvøldið leitar Signar í Homrum saman við bólki sínum aftur í Tjaldið á Summar Festivalinum og hevur framførslu kl. 01:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder