Innanlands

Sigldu á okkurt norðan fyri Føroyar

Maskinrúmið fyltist við sjógvi eftir at eitt skip sigldi á okkurt í gjárkvøldið

2019-05-14 08:48 Author image
Ari av Rana

Í gjárkvøldið hendi eitt óhapp norðan fyri Føroyar, tá eitt skip sigldi á eitthvørt.

Løgreglan sigur, at manningin umborð á skipinum hoyrdi eitt buldur, men sóu einki. Tí varð siglt víðari. Men eftir einari løtu fór alarmurin í gongd á brúnni.

Fólk fór niður í maskinrúmið og sá, at har var fult í sjógvi. Síðani varð siglt inn á Fuglafjørð.

Løgreglan upplýsir, at kavarar fóru niður at kanna skrokkin á skipinum, og har sóu teir eitt hol á áleið ein favn.

Enn veit eingin hvat tað er skipið hevur siglt á.

placeholder
placeholder