Innanlands

Sigarettstubbi festi eld í

Ein sigarettstubbi var helst orsøkin til ein lítlan eld í Havn í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-16 09:07 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Løgreglan fekk um eitt tíðina í nátt fráboðan um eldur var í einari bingju í Fríðrik Petersensgøtu í havn.  

Sløkkiliði varð sent á staðið, og fekk sløkt eldin uppá stutta tíð. Tað var eingin vandi fyri, at eldurin breiddi seg, tí bingjan var full av gipsplátum, sum ikki brenna. Tó var okkurt burturkast á dúrkinum, sum hevði fest í.

Orsøkin til eldin er nokk ein sigarett stubbi, ið ikki var sløktur, og sum varð tveittur í bingjuna, har hann hevur fest í, siga tey av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder