Uttanlands

Síðstu amerikonsku hermenninir farnir úr Afghanistan

Síðsta amerikanska flogfarið fór í dag úr afghanska høvuðsstaðnum Kabul

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-08-30 22:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 20 ár hava amerikanskar herdeildir verið til staðar í Afghanistan, men nú eru eingir hermenn eftir.

Síðsta flogfarið er farið úr afghanska høvuðsstaðnum Kabul í dag, váttar Kenneth McKenzie, generalur í herinum, sambært Reuters.

Seinastu dagarnar eru fleiri enn 123.000 borgarar flutt út úr landinum af amerikanarum ella teirra sameindu.

- Vit fingu ikki øll tey, sum vit vildu, út. Men eg vænti, at hóast vit høvdu verið 10 dagar afturat í landinum, høvdu vit heldur ikki fingið øll út, segði McKenzie á einum tíðindafundi í Pentagon í kvøld.

Kríggið í Afghanistan hevur kostað 2461 amerikonskum herfólkum og borgarum lívi, og fleiri enn 20.000 eru særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder