Hetta vikuskiftið skipar Vága seyðahundafelag fyri FM-kapping í Vágadali.
19 hundar fara at kappast í klassa trý, sjey hundar kappast í klassa tvey, og tríggir hundar kappast í klassa eitt.
Spenningurin er, um tey fýra plássini, sum geva atgongd til EM í Belgia, og til tríggjar teir bestu til HM í Skotlandi.
Tummas Jacobsen, við Moss, hevur vunnið tvær av undanfarnu kappingunum, men tá triðja kappingin var í Húsavík seinasta vikuskifti vann Anna Sofía Fjallheim við tíkini Midge. Nú er spurningurin, um Anna Sofía Fjallheim og tíkin Midge klára at vinna enn einaferð, soleiðis at spenningurin verður um fyrsta plássið, skrivar Vága seyðahundafelag.
Skráin fyri vikuskiftið sær soleiðis út:
Leygardagin 15. november verður kappast í klassa trý.
- Kl. 08:00 Banagjøgnumgongd.
- Kl.08.15 Byrjar klassi trý.
Sunnudagin 16. november verður kappast í klassa tvey og í klassa eitt
- Kl.09:00 Banagjøgnumgongd
- Kl 09:15 byrjar klassi tvey
- Eftir at klassi tvey er liðugur, byrjar klassi eitt stutt eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald