
Á Fróðskaparssetri Føroya gera tey nú klárt til at halda 60 ára stovningardagin við einum hátíðarhaldi í stásiligu Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn.
Tiltakið verður fríggjadagin 12. september frá klokkan 14 til 16, og skráin verður spennandi, skrivar setur.fo.
- Rektarin, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og tingforkvinnan halda stuttar røður; vit fáa tvær spennandi gestaframløgur um ávikavist leiklutin hjá universitetum sum vitanarsúlur í lítla samfelagnum, og um stóra leiklutin, sum metabolisma hevur fyri heilsuna; og vit sleppa eisini at njóta klassiskan tónleik við Jóhannesi Andreasen á flygli og Heiðrun Petersen á violin.
Og so fer Fróðskaparsetur Føroya somuleiðis at útnevna tveir heiðurdoktarar, sum á hvør sín hátt hava givið eitt serligt og vísindaligt íkast við virki sínum.
Hvør fær heiðursdoktorat verður avdúkað á degnum í Kongshøll.
Hetta er á øðrum sinni, at heiðursdoktarar verða útnevndir við Fróðskaparsetur Føroya. Fyrstu ferð var í 2015, tá Setrið fylti 50 ár. Tá fingu Hanus Kamban, Jens Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen heiðursdoktaraheiti.
Heimildin í lógini at útnevna heiðursdoktarar er lutfalsliga nýggj. Hon er í lógini um Fróðskaparsetur Føroya og ljóðar soleiðis:
Heiðursheitið, philosophiae doctor honoris causa, stytt ph.d.h.c., kann verða latið fólki, sum hevur gjørt vart við seg vísindaliga á annan hátt. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli frá rektaranum.
Hátíðarhaldið er alment og endar við eini hugnaløtu við onkrum góðum afturvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald