Island Innovation er eitt altjóða ráðgevingar- og áhugafelag, sum arbeiðir við nýmenning, burðardygd og menning í oyggjasamfeløgum kring heimin.
Bretin James Ellsmoor, sum luttók á vatnráðstevnuni í Føroyum í 2024, er stjóri í Island Innovation.
Felagið skipar fyri ráðstevnum og fundum, har ið politikarar, ráðgevar, granskarar og aktivistar kjakast um fjølbroyttar avbjóðingar, sum oyggjasamfeløg stríðast við í strembanini eftir at skapa eitt burðardygt samfelag.
Island Innovation arbeiðir eisini fyri at menna sambandið og samstarvið millum oyggjasamfeløg í ymsum pørtum av heiminum.
Árliga talgilda ráðstevnan “Virtual Island Summit” er sera væl umtókt.
Island Innovation luttekur eisini á COP30, sum er í Bélem í Brasilia í november í ár.
Akademiska ráðið hjá Island Innovation er sett saman av granskingarstovnum, sum hava fakligan serkunnleika um oyggjasamfeløg. Umleið 30 stovnar eru í akademiska ráðnum í løtuni, íroknað fleiri universitet, sum Setrið hevur granskingarsamstarv við – t.d. University of the Highlands and Islands (UHI) í Skottlandi og University of Malta. Ráðið framleiðir frágreiðingar um ymisk evni, sum eru at finna á heimasíðuni hjá Island Innovation.
Firouz Gaini, professari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, er føroyskt umboð í akademiska ráðnum.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald