Innanlands

Seta sjóneykuna á ung og bústaðartrotið hóskvøldið í FInsen

Tað eru Javnaðarflokkurin og Sosialistisk Ung, sum skipa fyri tiltakinum, har tað millum annað ber til at hoyra um ítøkiligu politisku ætlanina um at gera skrivstovurnar á Eiragarði 2 til lestrarbústaðir.

2025-09-02 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ung í Føroyum, serliga lesandi, hava ov trupult við at finna ein hóskandi og bíligan bústað. Hetta er ikki bara ein praktisk avbjóðing, men eisini ein demokratiskur og sosialur trupulleiki. Tí tá ið ung ikki hava ein bústað, forðar tað fyri útbúgving, trivnaði og lívsmøguleikum her heima.

Soleiðis skriva Javnaðarflokkurin og Sosialistisk Ung, sum hósdagin 4. september klokkan 19, varpa ljós á ein av samfelagstrupulleikunum í Føroyum í dag.

Á tiltakinum ber millum til at hoyra um ítøkiligu politisku ætlanina um at gera skrivstovurnar á Eiragarði 2 til lestrarbústaðir.

Eisini verður kjak millum ung, politikarar og fakfólk um, hvussu vit kunnu loysa bústaðartrupulleikarnar og tryggja fjølbroyttar og haldførar bústaðarmøguleikar í Føroyum, so ung kunnu trívast og virka her.

Alemann tiltakið verður í Auluni í Finsen í Havn.

Skráin er hendan:

19.00 Framløga um Eirargarð. Stjórin í Bústaðir greiður frá

19.15 Sofaprát millum Margit Stórá, landsstýriskvinnu, Hera á Rógvu, rithøvundur og samfelagsfrøðing, og Petur Simonsen, lesandi úr Ráð teirra lesandi

19.45 Steðgur

20.00 Pallborð við ungmannafeløgini úr ymsu flokkunum um bústaðarpolitikk og hvussu vit fáa fleiri og betri bústaðir til ung

Orðstýrari verður Beinta Løwe.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder