Innanlands

Seta gongd á eldradepil í Kollafirði

Tórshavnar kommuna fer nú undir verkætlanina at gera ein eldradepil í Kollafirði, sum væntandi fer at hava 24-30 búpláss og umlættingarpláss

(Savnsmynd: Óalvur Frederiksen/FaropePhoto)

(Savnsmynd: Óalvur Frederiksen/FaropePhoto)

2025-09-19 14:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið verður tilmæli lagt fyri Tórshavnar býráð um at seta eina bygginevnd til eldradepilin, og at geva fyrisitingini heimild til at fara undir at gera eina byggiskrá.

Í 2017 samtykti býráðið eina útbyggingarætlan fyri eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Eldradepilin í Kollafirði er tað seinasta av fleiri tilmælum í hesi útbyggingarætlanini.

Hini tilmælini í útbyggingarætlanini eru gjørd ella eru í gerð. Urd og Demensdepilin á Tjarnargarði vóru liðug og lótu upp á sumri í 2021, og nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum er í gerð á Stórubrekku í Hoyvík.

Eldradepilin í Kollafirði skal rúma allar tænastur á eldraøkinum, so sum búpláss, umlætting, dagtilhald og venjingartilboð.

Á eldradeplinum í Kollafirði verða væntandi 24-30 búpláss og umlættingarpláss.

Ætlanin er eisini at knýta 2-4 røktaríbúðir til eldradepilin.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder